Viðskiftatreytir fyri veitingar frá

Advokatur Kristina Samuelsen og Advokatur Eyðhild Skaalum

1.       Innleiðing

Hesar viðskiftatreytir eru galdandi fyri allar uppgávur, sum Advokatur Kristina Samuelsen, v-tal: 602795 ella Advokatur Eyðhild Skaalum, v-tal: 595314 átaka sær, hetta um ikki annað skrivliga er avtalað.

Advokatur Kristina Samuelsen og Advokatur Eyðhild Skaalum eru skipaði sum tvey óheft einstaklingavirki, og vit hava báðar løggilding frá Løgmálaráðnum í Danmark, og eru ein partur av Advokatsamfundet. Umframt hesar viðskiftatreytir fremja vit okkara advokatvirksemi samsvarandi teimum advokatetisku reglunum, ið eru at finna á www.advokatsamfundet.dk, og reglunum í rættargangslógini um advokatar.

2.       Uppgávan

Tá vit átaka okkum eina nýggja uppgávu, gera vit eitt avtalubræv. Í brævinum verður ásett, hvussu vit skilja uppgávuna, hvat arbeiðið vit vænta at skula gera, hvør advokatur og møgulig onnur starvsfólk, ið verða knýtt til uppgávuna, ómakslønarupphæddir fyri viðkomandi persónar, og um til ber ein meting um samlaðu ómakslønina fyri uppgávuna. Vit meta um samlaðu ómakslønina í mun til væntaðu arbeiðsuppgávuna. Um arbeiðsuppgávan broytist, so hvørt vit koma nærri inn í málið, vilja vit kunna um tær broyttu fortreytirnar. Í framhaldandi kundaviðurskiftum og í minni málum, har viðskiftafólkið sjálvt eintíðugt hevur lýst uppgávuna, ella í skundmálum, kann frávik gerast frá hesum.

3.       Áhugamálsstríð

Vit átaka okkum ikki mál, sum hava við sær áhugamálsstríð millum okkara viðskiftafólk. Áðrenn vit átaka okkum eina uppgávu, kanna vit møguligt áhugamálsstríð við verandi viðskiftafólk. Um áhugamálsstríð vísir seg, vísa vit viðskiftafólkinum, ella viðskiftafólkunum, til ein annan advokat.

4.       Upplýsingar um samleika

Advokatur Kristina Samuelsen og Advokatur Eyðhild Skaalum eru – eins og onnur advokatfeløg – fevnd av lógini um fyribyrgjandi fyriskipanir móti hvítvasking av peningi. Vit hava tí skyldu til at fáa til vega og goyma upplýsingar um samleika hjá okkara viðskiftafólkum.

5.       Ómaksløn

Advokater mugu ikki krevja hægri ómaksløn fyri teirra arbeiðið, enn ta sum kann metast sum rímilig. Okkara ómaksløn verður ásett grunda á eina ítøkiliga meting, har m.a. hesi atlit verða tikin við í metingina;

·         tíðarnýtslan,

·         hvør, hevur viðvirka til at loysa uppgávuna,

·         hvussu torgreidd uppgávan er,

·         um tað hevur verið neyðugt at avrika uppgávuna undir stórari tíðarneyð,

·         tann týdningin, sum uppgávan hevur fyri teg,

·         tann ábyrgdin, sum er knýtt til loysnina av uppgávuni, og

·         tað úrslitið sum er fingið.

Okkara ómaksløn er uttan viðkomandi kostnaðir og útreiðslur,  sum vit mugu leggja út fyri.

Tað kann verða trupult at áseta upphæddina á eini ómaksløn, tá vit átaka okkum eina uppgávu. Eftir áheitan gera vit fegnar – og altíð mótvegis brúkarum – eina grundaða fyribils kostnaðarmeting og kunning um mettar kostnaðir og upphæddir, sum skulu leggjast út, eins og vit skjótast gjørligt vilja veita kunning til okkara viðskiftafólk, um tað vísir seg, at tann samlaða ómakslønin væntast at verða hægri enn metta ómakslønin.

6.       Gjald

Vanliga senda vit rokning, tá uppgávan er liðug. Er talan um størri uppgávur ella uppgávur, sum taka longri tíð, verður ómakslønin avroknað kvartárliga afturút, um einki annað er avtalað.

Gjaldstreytirnar eru 8 dagar frá fakturadegi, og meirvirðisgjald verður álagt eftir galdandi reglum.

7.       Gjald frammanundan

Vit fyrihalda okkum rætt til at krevja gjald frammanundan fyri upphæddir sum skulu leggjast út, fyri ómaksløn og fyri møguligar kostnaðir sum eru knýttir til uppgávuna, og sum skulu rindast í sambandi við málsviðgerðina, sum t.d. rímuligar ferða- og uppihaldsútreiðslur, gjøld, rættargjøld, gjald til metingarfólk, ella líknandi, t.e. um málið er soleiðis háttað, at vit meta at hetta er neyðugt.

8.       Klientpengar

Í tann mun vit fáa gjald frammanundan, ella upphæddir verða deponeraðar, eru slíkar upphæddir at meta sum klientpengar, sum skulu standa á eini klientkontu, har tilskrivaðar rentur (bæði positivar og negativar rentur) fella til viðkomandi viðskiftafólk. Innistandandi á klientkontum er fevnt av tí vanliga loftinum á EUR 100.000 (ca. 750.000 kr.), sum er ásett í lógini um innskjótara- og íløgugarantiskipan fyri dekning, um tað skuldi hent, at tann kontoførandi peningastovnurin verður fyri einum búskaparligum skrædli. Mesta upphæddin verður roknað fyri tann einstaka peningastovnin fyri hvørt viðskiftafólkið sær, og fevnir um innistandandi hjá viðkomandi viðskiftafólki á egnum kontum, á serstøkum klientkontum og á samliklientkontum. Advokatur Kristina Samuelsen og Advokatur Eyðhild Skaalum átaka okkum onga ábyrgd fyri miss hjá einum viðskiftafólki vegna tað, at kontoførandi peningastovnurin verður fyri einum búskaparligum skrædli.

Advokatur Kristina Samuelsen og Advokatur Eyðhild Skaalum hava allar sínar klientbankakontur i Betri Banka.

9.       Trúnaður

Allir upplýsingar, sum vit fáa í sambandi við eina uppgávu, verða viðgjørdar í trúnaði, um ikki umstøðurnar hava við sær, at upplýsingarnar ikki eru av trúnaðarligum slagi.

10.   Innanhandil

Øll starvsfólk hjá Advokatur Kristina Samuelsen og Advokatur Eyðhild Skaalum eru fevnd av galdandi lóggávu um forboð móti at geva víðari innanhýsis upplýsingar um børsskrásett feløg og avmarkingar fyri handil við børsskrásettum virðisbrøvum.

11.   Nýtsla av okkara ráðgeving

Okkara ráðgeving er málrættað tí einstøku uppgávuni, og má ikki brúkast til onnur endamál uttan okkara staðiligu játtan frammanundan. Um ikki annað er avtalað, so ábyrgdast vit einans mótvegis tí einstaka viðskiftafólkinum í tilknýti til ta veittu ráðgevingina.

Viðskiftafólkið hevur rætt til at brúka tað ítøkiliga skrivliga tilfarið, sum vit hava greitt úr hondum at brúka til eitt ávíst mál, men ávikavist Advokatur Kristina Samuelsen og Advokatur Eyðhild Skaalum hava og varðveita øll upphavsrættindi og onnur immateriell rættindi til tilfarið.

12.   Goymsla av málum

Advokatur Kristina Samuelsen og Advokatur Eyðhild Skaalum fremja uppgávuna til hon hevur sín náttúrliga enda, ella til viðskiftafólkið biður um at málið verður endað.  Øll frumskjøl verða vanliga latin viðskiftafólkinum í sambandi við, at málið endar, og vit goyma annars málsskjøl í minsta lagi í fimm ár frá fakturadegi. Um goymslu, striking, innlit í data, v.m. verður annars víst til okkara privatlívspolitikk á www.advokatur.fo

13.   Lógarval og varnating

Einhvør ósemja millum okkara viðskiftafólk og okkum skal loysast eftir føroyskari lóggávu og við Føroya Rætt, ella viðkomandi rætt í Danmark.

14.   Klagur

Á heimasíðuni hjá Advokatsamfundet ber til at lesa um møguleikarnar fyri at klaga um ein advokat. Er talan um ósemju um ómakslønina og/ella ónøgdsemi um atburðin hjá okkum sum advokatar, ber til at klaga um støddina á ómakslønini og/ella atburðin til Advokatnævnet, Kronprinsessegade 28, 1306 København K, ella via teldupost: klagesagsafdelingen@advokatsamfundet.dk. Til ber at lesa meira á www.advokatnaevnet.dk.

15.   Ábyrgd og trygging

Advokatur Kristina Samuelsen og Advokatur Eyðhild Skaalum eru fevndar av okkara ábyrgdartrygging og garantiskipan, som hjá okkum báðum er teknað hjá HDI GLOBAL SPECIALTY SE, DANMARK, Indiakaj 6, 1. DK-2100 København Ø. Ábyrgdartryggingar okkara hvør sær eru í øllum førum avmarkaðar til  DKK 10.000.000,00 kr., og er galdandi uttan mun til, hvar virksemið verður framt. Okkara ábyrgd fevnir ikki búskaparlig fylgjutap, herundir rakstrartap, mistar dátur, mistan vinning, goodwill, umdømi m.v., ella onnur sløg av óbeinleiðis missi.

Vit ábyrgdast ikki fyri møgulig mistøk, sum eru gjørd av øðrum ráðgevum, sum vit hava víst viðskiftafólkinum til, eins og vit ikki ábyrgdast fyri møgulig mistøk, ið eru gjørd av undirveitarum, sum vit, eftir avtalu við viðskiftafólkið, hava latið fremja partar av uppgávuni.

 

Legg inn tekst