Hvør eri eg

Eg eri fyri ein meginpart vaksin upp í Føroyum, í Vági og Klaksvík, men búsettist í eysturbýnum í Havn eftir loknan lestur í 1993. Eg eri gift og havi tveir vaksnar synir.

Løgfrøði hevur alla mína yrkistíð fylt nógv í mínum gerandisdegi, bæði í arbeiðstíðini og í frítíðini við m.a. rættarhjálpini. Eg havi fingið møguleikar og eisini sjálv leita mær høvi at royna nógvar ymiskar greinar av løgfrøðini, við mínum størvum og í ymiskum nevndum og ráðum. Hetta hevur alt verið serstakliga áhugavert hvørt við sínum, men har advokatyrki, sum eg nú havi valt mær sum lívsleið, einsamalt gevur mær møguleika at virka innan flest allar greinar av løgfrøðini.

Útbúgving

Cand. jur. frá Aarhus Universitet í 1993 og løggilding sum advokatur í 2012. Harumframt 1. part av HD-útbúgving í 2004. 

Mín starvsleið

2013-        : Rikið egna advokatfyritøku

2011-2013: Fulltrúi og advokatur hjá Hentze Advokatum

2010-2011: Fíggjarfulltrúi hjá Ríkisumboðnum (við ábyrgd av roknskaparviðurskiftum og

                   lógarmálum)

2007-2010: Ráðgevi í Løgtinginum (fyri vinnu-, uttanlands- og landsstýrismálanevndina)

2006-2007: Ráðgevi í Føroya Banka

1997-2006: Ráðgevi í Løgtinginum (fyri vinnu-, rættar-, uttanlands- fíggjar- og

                   landsstýrismálanevndina)

1994-1997: Fulltrúi og frá 1996 leiðari á stjórnarskrivstovuni hjá Telefonverk Føroya

                   Løgtings

1993-1994: Fulltrúi hjá Arbeiðsloysisskipanini

Hjástørv og umboðan í nevndum, stýrum og ráðum

Núverðandi: Formaður fyri kærunevndina hjá ALS og BAS, ráðgevi og dagligur leiðari hjá Rættarhjálp Føroya, formaður í felagnum "ogn.fo".

Fyrrverðandi: Næstformaður og stýrislimur í stýrinum fyri Kringvarp Føroya, formaður og nevndarlimur í felagnum Lóg, formaður í skúlastýrinum fyri Eysturskúlan, nevndarlimur í P/f Dimmalætting, limur í Kappingarráðnum, limur í ráðnum fyri Landbankan, lærari og próvdómari í vinnulívsrætti á Føroya Handilsskúla, nevndarlimur í Búskapar- og løgfrøðingafelagnum, uttanhýsis konsulentur fyri Almannastovuna.

Formlig krøv til virksemi sum advokatur

  • Eri beskikkað av danska Løgmálaráðnum og eri partur av danska Advokatsamfundet. Havi møtirætt fyri landsrættin.
  • Eri fevnd av ábyrgdartrygging og garantiskipan, ið eru teknað hjá HDI GLOBAL SPECIALTY SE, DANMARK, Indiakaj 6, 1. DK-2100 København Ø. Ábyrgdartrygging fevnir um alt advokatvirksemið hjá mær uttan mun til, hvar virksemið verður framt.
  • Eri sum advokatur fevnd af eftirlits- og disciplinærskipan og reglurnar um góðan advokatsið sambært § 126 í rættargangslógini. Eisini fylgi eg teimum advokatetisku reglunum.
  • Eg nýti ikki avtalutreytir um lógval og/ella varnarting í mínum treytum, uttan so at hetta er avtalað frammanundan.