Fa. Sólja v/Hjalgrim Samuelsen er umboðsfelag í Føroyum fyri spanska byggifelagið Euromarina

Sólja stendur fyri at marknaðarføra úrvalið av nýggjum íbúðum og húsum hjá Euromarina í samstarvi við mítt advokatfelag sum søluumboð fyri seljara.

Eru spurningar til sølutilgongdina ella um einkult íbúðir/hús, kunnu tit ringjaá tel. 511883.
Til ber eisini at avtala fund við Hjalgrim Samuelsen.





Veðrið á Costa Blanca nú:
booked.net

Sponsk frítíðarhús



Talan er um nýbygging við høgari góðsku í økinum sunnanfyri Alicante, og veljast kann millum byggarí í fleiri ymiskum staðsetingum. Lýklaklárar íbúðir/hús eru tøkar, men møguleiki er tekna seg fyri hús í gerð, har til ber at seta sín egna dám á lidna úrslitið.

Talan er bæði um íbúðir, tvíhús og stakhús/villair.

Kontantprísir fyri íbúðir eru úr EUR 159.000, tvíhús úr EUR 235.000 og hús úr EUR 366.000. Kontantprísur í Spania er ikki sum í Føroyum við avgjøldum. Umframt kontantprísin skulu rindast ein røð av gjøldum í sambandi við avgreiðsluna av søluni, sum í alt svara til á leið 13% av kontantprísinum. Eisini er vanligt, at ventilatión, hvítvørur o.a. ikki eru við í keypsprísinum, sum er upplýstur í lýsingum.

Serlig ynski hjá keypara kunnu eisini hava við sær, at endaligi kontantprísurin verður ein annar, enn tann kontantprísurin, sum er upplýstur í lýsingini. Her skal verða lagt til merkis, at við hvítvørum, útgerð til baðirúm, ventilatión, tilknýtingargjald til el, vatn, etc. og stovningargjald til eigarafelag, skal ein rokna við at rinda uml. 8.500 EUR (uml. 65.000 DKK) afturat, alt eftir merki og nøgd av útgerð, ein ynskir at keypa.

Íroknað øll avgjøld og eykakostnaðir eru prísirnir omanfyri umroknaðir til krónur fyri íbúðir úr uml. DKK 1.400.000, tvíhús úr DKK 2.050.000 og hús úr DKK 3.150.000.

Sí dømir á heimasíðuni hjá Euromarina her.

Leypandi rakstrarkostnaðir og skattir, tá tú eigur eina ogn í Spania, eru lágir. Dømi um mettan árligan rakstrarkostnað (íroknað el og hita) og skattir, tá tú eigur eina ogn, ið er virðismett til EUR 205.000 (svarandi til uml. 1,75 mió DKK), eru uml. 1.500 DKK/mðr.

Seti tykkum í samband við okkum, um tit ynskja fleiri upplýsingar. Sí annars viðheftu vegleiðing her.
 

Um Euromarina


Euromarina er eitt av teim leiðandi ognarmennafeløgunum á Costa Blanca og Costa Calidá og hevur bygt og selt yvir 30 túsund búðeindir í nú skjótt 50 ár. Tey hava vunnið fleiri virðislønir innan sniðgeving og arkitektur.

Bygt verður eftir nýggjastu byggistandardunum, og hesir verða fylgdir strangt. Euromarina hevur tí innført góðskuskipan eftir krøvunum í UNE-EN-ISO 9001: 2008. Felagið stýrir sjálvt alla byggiprosessina, frá keypi av jørð, sniðgeving, bygging og til sølu.

Síðani byrjanina í 1972 hevur Euromarina verið leiðandi innan bygging við høgari góðsku og við góðum sniði. Euromarina bjóðar eisini eina góða tænastu víðari, har møguleiki er fyri at keypa møblar umframt eitt útboð av tilhoyri til heimini, sum til dømis luftskiftisskipan, markisur, portursopnarar, grill, útikøkar, pergola, hita til svimjihyl v.m. Íbúðirnar eru væl gjøgnumhugsaðar og skipaðar. Tær eru fyrireikaðar til nógv tilhoyr, sum lætt kunnu leggjast afturat gjøgnum Euromarina Aftercare.

Langa søgan, góða umdømið og sterka fíggjarliga støðan hjá Euromarina er grundarlagið fyri eini vandaleysari og smidligari keypstilgongd fyri øll, ið ynskja at keypa eitt nýtt dreymahús í Spania.

Fylg Euromarina á facebook

Veðurlag og strendur