Tíðindi:
Nýggj hølir(28. mars 2022) Skrivstovan er flutt í nýggj hølir í Dr.
Jakobsensgøtu 3. Rúmligu hølini liggja á loftshæddini í eyðkendu gulu húsunum beint yvir av keypsamtøkuni í Miðbýnum. Møguleiki er fyri stuttíðar parkering í handilsgøtuni beint uttanfyri, men góðir parkeringsmøguleikar eru á Skálatrøð. Tit hitta meg í nýggju hølunum, um
eg ikki eri upptikin við uppgávum úti í býnum. Viðtala er tí
eftir avtalu. Annars eri eg framvegis at hitta á somu fartelefon og teldupostadressu. |