Frágreiðing um flyting av veiðiloyvum


Frágreiðingin um flyting av veiðiloyvum handað











(26. apríl 2018)


Frágreiðingin um fyrisiting í máli um flyting av
veiðiloyvum er nú handað
formansskapinum í løgtinginum. Frágreiðingin kann takast niður og lesast á heimasíðuni hjá  Løgtinginum.


Tað var við skrivi, dagfest 18. august 2017, at løgtingsformaðurin,
Páll á Reynatúgvu, við tilvísing til stýrisskipanarlógina § 38, stk. 2, útnevndi meg
til kanningarstjóra til tess at kanna og gera eina frágreiðing til Løgtingið,
um ávikavist Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur umsitið sítt
málsøki á lógligan hátt í sambandi við flyting av veiðiloyvum, og um Aksel V.
Johannesen, løgmaður, hevur røkt sína eftirlitsskyldu á fullgóðan hátt.