LØGFRØÐILIG RÁÐGEVING OG ADVOKATUMBOÐAN Løgfrøðilig ráðgeving í privatum og vinnuligum málum, umframt í viðurskiftum hjá ella við almennar myndugleikar og stovnar og umboðan í rættarmálum í Føroya Rætti og Landsrættinum.
Hevur tú brúk fyri ráðgeving, er tú vælkomin at ringja, senda mær eitt teldubræv, ella vit kunnu avtala eina tíð, har tú kanst støkka inn á gólvið til eitt prát um tínar løgfrøðiligu avbjóðingar.
Telefonin svarar gerandisdagar í tíðarskeiðnum kl. 8.30-16.00.
Viðtala eftir avtalu.
|
VINNULÍV Ráðgeving og umboðan til virki og feløg í sambandi við m.a.:
- Stovnan av feløgum v.m.
- Landbúnað og jørð
- Fiskivinna
- Sáttmálar og starvsfólk
- Advokatkanningar
- Rættarmál og innheinting
|
PRIVAT Ráðgeving og umboðan til privat í sambandi við m.a.:
- Rættarmál og kærumál
- Húsahandil og at skriva skeyti
- Testamenti, arv og arvaskifti
- Avtalur i ógiftum parlagi
- Hjúnaskilnað og hjúnafelagsskifti
- Mál um foreldramyndugleika og samveru
- Hjúnasáttmálar og serogn
- Starvsfólkamál
- Revsimál
OGNIR TIL SØLU - trýst her
|
ALMENN FYRISITING OG LÓGGÁVA
Ráðgeving og umboðan í viðurskiftum hjá ella
við almennar myndugleikar i sambandi við m.a.:
- Fyrisitingarrætt og starvsfólkaviðurskifti
- Advokatkanningar
- Lóggávuarbeiðið
- Byggilóggávu
- Sáttmálar og endurgjald
- Barnaverndarmál
- Familjufyrisiting
- Skuldarumskipan
|