Leikluturin hjá embætisverkinum at tryggja rættarsamfelagið
25.09.2013:
Í grein fyrr í mánaðinum setti eg spurnartekin við, hvat vit skulu hava
embætisfólk til. Her vil eg royna at koma spurninginum eitt sindur nærri
við eini lýsing av nøkrum persónsímyndum.
Jeronimus og Politicus eru ímyndir, ið lýsa ytstu mørkini tá tað kemur
til dygdir hjá embætismonnum. Samstundis kann man kanska siga, at
Jeronimus er verji hjá rættarsamfelagnum, meðan Politicus er verji hjá
demokratinum.
Jeronimus umboðar tær fyrr kendu klassisku embætismannadygdirnar sum
sakkunnleiki, løgfrøðiligan rættleika, fakligheit, nærlagni og
rættartrygd. Jeronimus skilir eisini týdningin av at verja tær klassisku
dygdirnar. Hann er verji fyri, at reglur verða yvirhildnar og garantur
fyri sakkunnleika og kontinuiteti. Samstundis er hann eisini garantur
fyri, at eingin kann seta spurnartekin við, um tað, sum fer fram, er
lógligt. Men hann hevur eisini nakrar neiligar síður. Hann er sera
upptikin av at verja tað verandi og vísa á hvørjar forðingar kunnu vera
fyri politiskum ætlanum, heldur enn at finna loysnir. Sær sjálvdan
fyrimun við broytingum og hevur sum motto: ”Vera sum tað er, verða sum
tað var”.
Jeronimus bleiv í 80- og 90-unum lutvíst trokaður burtur av Politicus,
ið leggur dent á tey politiskt-taktisku atlitini. Leikluturin hjá
Politicus er at vera kreativur mennari av hugskotum og vera politiskur
ráðgevi. Hann leggur størri dent á politiska innliving og ”gefühl” enn
løgfrøðiligan rættleika. Fer fyrst eftir tí røttu politisku loysnini og
spyr so aftaná – um hann yvirhøvur minnist til tað – um loysnin er í
samsvari við lóg og rætt. Er tað ivasamt, so hálar hann í elastikkið.
Í tí reint demokratiska samfelagnum eigur embætismaðurin einans at vera
tænari hjá tí politisku leiðsluni. Men í og við at vit ikki bara liva í
einum demokratiskum samfelagi, men eisini í einum rættarsamfelagi, so
liggur tað ein skylda á embætismanninum at raðfesta rættarsamfelagið og
kravið um sakkunnleika hægri enn demokratiið. Rættarsamfelagið er
grundvøllurin undir okkara konstitutionella demokratiið.
Tað er ein avbjóðing, og ofta sera trupult fyri embætisverkið, at lyfta
sína skyldu at raðfesta rættarsamfelagið. Serliga um møguleikarnir fyri
almennum innliti í tær politiskt-fyrisitingarligu
avgerðarmannagongdirnar eru vánaligir, ella um tað innanhýsis í
fyrisitingini ikki er vilji til at kjakast opið um trupulleikar.
Hinvegin skal man eisini taka atlit til, at um embætisverkið ikki vil
veita politisku skipanini tað vøruna, sum politiska skipanin ynskir at
fáa, so vilja politikararnir finna aðrar veitarar (antin eksternar
ráðgevar ella internar politiskar ráðgevar). Hetta skal so setast upp
ímóti tørvinum á at varðveita integritetin og trúvirðið hjá
embætisverkinum.
Politicus kann sostatt tryggja, at tað ber til at varðveita skipanina,
vit hava við ikki politiskum embætismonnum. Men tekur hann yvir, so er
vandi fyri, at vit missa rættarsamfelagið.
Avbjóðingin er at finna ta røttu javnvágina millum Jeronimus og
Politicus, bæði hjá tí einstaka embætismanninum, men í øllum førum í
embætismannaskipanini sum heild.
Skipanin virkar ikki, tá Politicus tekur yvir, og alt kann og skal
metast við grundarlagið í politiskum atlitum, og tá reglur og
fakkunnleiki verða togaðar og bendar eftir umstøðunum. Vandin við
Politicus er ein ov stór politisk undirbrotligheit og eitt ov ringt
fakligt mótspæl. Tí er tað av stórum týdningi at geva dygdunum hjá
Jeronimusi rúmd. Tað er strævið, men annars gongur galið.
Við íblástri, og lutvíst sum beinleiðis týddar endurgevingar, úr greinini: ”Samspillet mellem politikere og embedsmænd” hjá professor, dr. Jur. Jens Peter Christensen við Aarhus Universitet í útgávuni: ”Etik, ansvar og værdier i den offentlige sektor”; Finansministeriet; ár 2000.