Stutt um fría rættarmálsførðslu
Skipanin við ”fríari rættarførðslu” verður umsitin av ríkisumboðnum.
Á heimasíðuni hjá ríkisumboðnum kanst tú lesa meira um fría sakarmálsførðslu. Sí www.rigsombudsmanden.fo undir teignum ”fri proces”.
Hvør kann fáa fría sakarmálsførðslu?
Tú kanst sum høvuðsregla bara fáa fría sakarmálsførðslu, um tú lýkur tær fíggjarligu treytirnar. Ársinntøka max. kr. 348.000 fyri støk og 442.000 fyri samlivandi, ið verður hækkað við 60.000 kr. fyri hvørt barnið. Fyri nærri upplýsing um fíggjarligu treytirnar, sí kunngerð á logir.fo.
Hvat merkir frí rættarmálsførðsla?
-
rættargjørd
-
útreiðslur til tín egna advokat
-
útreiðslur til próvførðslu/samsýning til vitnir
-
útreiðslur í sambandi við sýn og meting/samsýning til sýns- og metingarmann
-
aðrar útreiðslur í sambandi við rættarmálið
-
innleiðandi útreiðslur í sambandi við t.d. innheinting, t.v.s. í sambandi við eina úttøku
Hvussu fær man fría rættarmálsførðslu?
Tú skalt søkja um fría rættarmálsførðslu. Hetta verður ikki játtað av sær sjálvum.
Umsókn um fría rættarmálsførðslu skal sendast til ríkisumboðið.
Til hvørji mál kann man fáa fría rættarmálsførðslu?
Tú kanst fáa fría rættarmálsførðsu til rættarmál.
Tú kanst bara fáa fría rættarmálsførðslu, um tú er saksøkjari ella saksøktur í einum borgarligum rættarmáli.
Tað ber eisini til at fáa fría rættarmálsførðslu til eitt mál í fútarættinum, men tað krevur, at tað ikki bara er talan um eitt einfalt mál, har tú skyldar onkrum pening.
Tú vil sum leigari vanliga kunna fáa fría rættarmálsførðslu til eitt mál í fútarættinum, um útleigari vil hava teg blakaðan út úr leigumálinum.
Revsimál?
Ákærdi í revsimálum kann ikki fáa fría rættarmálsførðslu, men kann fáa ein verja tilnevndan. Órættaði/offrið í revsimálum kann ikki fáa fría rættarmálsførðslu, men kann í ávísum førum fáa ein advokat tilnevndan. Bæði ákærdi og órættaði skulu biða rættin um at fáa ein verja/advokat tilnevndan.
Vinnurekandi?
Ert tú vinnurekandi, kanst tú bara fáa fría rættarmálsførðsku, um málið ikki snýr seg um tína vinnu, ella um tú hevur eitt minni vinnuvirki og títt yvirskot er nær knýtt til úrslitið á rættarmálinum, t.d. leigumál. Annars eigur tú sum vinnurekandi at fáa tær rættarhjálpsdekning á tínum vinnutryggingum.
Ert tú vinnurekandi, men søkir um fría sakarmálsførðslu til t.d. eitt mál um hjúnarskilnað, kanst tú sjálvsagt gott fáa fría rættarmálsførðslu, sjálvt um tú er vinnurekandi, um tú annars lýkur hinar treytirnar fyri at fáa fría sakarmálsførðslu.
Neyðugt við einum sakførara?